Gerhard Lognberg: Vend teimum í hurðini, Ingilín
Eg undraðist á, at hoyra formannin í ALS, Eyðfinn Jacobsen, tosa um fiskavirkisskipanina, hann vildi helst av við hana.
Síðan kemur talva á skermin, sum vísir hvør nýtur gott av skipanini, tað eru virkir við einum veldigum yvirskoti og sum hava stórar fyrimunir í landinum.
Hví gera tit ikki so, at tað eru tey virkini, sum arbeiða upsa og tosk sum fáa gagn av skipanini, tí tað eru tey virkini, sum hava hasa skipanina fyri neyðini, tí arbeiðið er í nógvum førum óstøðugt.
Sum eg skilti, so var hetta tilmælið, sum skuldi leggjast fyrii landsstýriskvinnuni Ingilín Strøm.
Ein lítil áheitan til landsstýriskvinnuna, vend teimum í hurðini, tá teir koma, tí hetta er eitt álop á tey minnu virkini.
Fiskavirkisskipanin hevur gjørt, at smærru virkini hava havt støðugt arbeiðsfólk.
Gerhard Lognberg
Fyrrverandi løgtingsmaður