Georg vil hava øll fakfeløg í Føroyum at leggja saman
Nevndarlimir fara at eldast og vilja sleppa úr nevndunum. Men tann stóri trupulleikin er, at eingin er at avloysa tey, tí næstan eingin møtir á aðalfundum hjá lokalu feløgunum.
Tí hava fleiri feløg leingi havt ynski um at niðurleggja lokalfelagið og at melda limir sínar beinleiðis í Føroya Arbeiðarafelag.
Tey hava rætt og slætt ikki orku at halda fram sum forfólk ella sum nevndarlimir, og síggja ikki nakra meining í, at halda fram við sínum felagi, sigur Georg F. Hansen.
Men skal hetta lata seg gera, krevst at lógirnar fyri Føroya Arbeiðarafelag, verða broyttar.
Á seinasta aðalfundi í fjør varð uppskot lagt fram um at broyta lógina, so at limir í lokalu arbeiðarafeløgunum kunnu verða meldaðir beinleiðis inn í Føroya Arbeiðarafelag.
Fyri at ein lógarbroyting kann verða samtykt,..... LES ALLA GREININA HER Dimma.fo | Vil hava øll fakfeløg í Føroyum at leggja saman