Fyrsti skiparaskúli var í Sandavági
Suðuroyar-Dánjal, slóðbrótari og navigatiónslærari, kom til Sandavágs fyri 200 árum síðani. Hann var við til at leggja lunnar undir føroyska vælferðasamfelagið, við áhaldandi royndum við skipsfiskiskapi og fyrsta skiparaskúla.
....Hann staðfesti, at Suðuroyar-Dánjal var tann fyrsti, sum hevði skipaðan navigasjónsskúla í Føroyum, har menn eftir undirvísing um veturin fingu navigatiónsprógv frá fútanum. Og tað vóru fleiri, sum lærdu navigatión í Sandavági......
....Føroysk skipasigling í nýggjari tíðarrokning byrjaði, tá Nólsoyar-Páll smíðaði Royndina Fríðu á einari fløtu í Vági og sjósetti hana í 1804. Undangongumenninir innan skipasmíð og skipsfiskiskap vóru nólsoyingar.....
.....Umframt hetta keyptu føroyingar, har ímillum Suðuroyar-Dánjal, skip úr Danmark....
.....átti sín stóra leiklut í teimum broytingum og framburði innan føroyska skipavinnu, skipsfiskiskap og avleiddari handilsvinnu. Men úrslitini lótu bíða eftir sær til teirra, ið komu aftaná.....
Tað skrivar vagaskip.dk