Freist til lutakastið um 12.500 kr

1. november 2024

Seinasta freist at lata fiskamerkir inn, sum skulu luttaka í lutakastinum um 12.500 kr, er:

1. november 2024

Sjálvt lutakastið verður 15. november 2024. Tiltakið er alment og øll er vælkomin at vera til staðar.

KAPPINGIN:

Fingið ein merktan fisk?

Ert tú so heppin at hava fingið ein merktan fisk, so vinarliga lat okkum merkið og fiskin. Tú fært góðan kiloprís fyri fiskin, umframt finningarløn og lutaseðlar, har tú verður við í einum árligum lutakasti um 12.500 kr.

Upplýsingar at lata við:

  • Navn
  • bústað og kontonummar hjá innsendara
  • Skip
  • Positión
  • Fiskidato
  • Merkisnummar

Um tað ikki liggur fyri at koma á Havstovuna við fiskinum, ber til at ringja til okkara á tlf. 35 39 00 ella skriva ein teldupost til [email protected]. So finna vit eina loysn.

Samsýningin er bæði peningur og lutaseðlar. Fyri eitt vanligt spagettimerki fáast 50 kr. og 1 lutaseðil, og um fiskurin eisini verður latin Havstovuni, fáast 125 kr. og 3 luta­seðlar, um­framt kiloprísur fyri fiskin. Fyri goymslumerki fáast 125 kr. og 1 lutaseðil, og um fiskurin eisini verður latin Havstovuni, fáast 375 kr og 3 lutaseðlar, umframt kiloprísur fyri fiskin. Lutakast er hvørt heyst um 12.500 kr.

Um merkið ikki er av føroyskum uppruna, kann tað eisini latast Havstovuni. Vit senda upplýsingarnar um merkið og fiskin víðari til viðkomandi granskingarstovn.

Tú ert vælkomin at prenta oyðublaðið út og skriva í tað, áðrenn tú kemur á Havstovuna við merkta fiskinum. Um ikki, fylla vit oyðublaðið út í felag, tá tú kemur á Havstovuna.