Francisca hevði fingið maskin trupulleikar
Leygardagin tann 24-02-2024 bleiv Brimil biðin um at sleipa bingjuskipið Franciscu, sum hevði fingið maskin trupulleikar. Francisca var tá góðar 170 fjórðingar vestur úr Suðuroynni.
Brimil var hjá Franciscu um miðnáttina leygarkvøldið, settu fast og byrjaðu at sleipa móti Runavík, men hetta bleiv broytt til Kollafjørð seinni tí veðurvánirnar vóru so ringar.
Avgjørt var at fara suður um Suðuroynna og norð við landinum eystanfyri. Veðurvánirnar vóru ikki tær bestu so avgerð var tikin um at biða um hjálp frá sleipibátunum Pressaranum og Mariu sum fylgdu við Brimli tá komið var inn um Stongina.
Tá skipini komu inn Undirsíðu á Streymoynni fór loðsur umborð og Maria setti fast á reyvina á Franciscu
Veðrið var ikki av tí besta tá og í Kollafirði lógu hvirlurnar um 30 m/s. Men við samarbeiði og hjálp frá sleipubátunum báðum Pressaranum og Mariu og loðsi frá Tórshavnarhavn kom Francisca trygt til bryggju kl 23:20 mánakvøldið.
Skiparin á Brimli vil takka loðsi og sleipibátunum Pressaranum og Mariu fyri góðu hjálpina.
Francisca er 100 metrar langt, og 17 metra breið, var ávegis til Íslands lastað við bingjum .
Myndirnar hevur Ári Thorsvig tikið