Framløga: Russiski fiskiskapurin í Irmingarhavinum, føroyskum og altjóða sjógvi frá 2020 til 2023
Fishfacts bjóðar inn til almenna framløgu av frágreiðingini: "Russiski fiskiskapurin í Irmingarhavinum, føroyskum og altjóða sjógvi frá2020 til 2023", mikudagin 14. juni kl.09.00 á Panorama, Hotel Hafnia.
Við støði í AIS dátum, algoritmum og tóllæru hevur Fishfacts fingið til uppgávu at lýsa:
1. Virksemið hjá russiskum fiskiskipum í Irmingarhavinum frá 2020 til 2023.
2. Bretland hevur stongt havnirnar fyri russiskum skipum - hvussu nógv russisk fiskiskip landaðu, um- ella uppskipaðu í Stóra Bretlandi í tíðarskeiðinum 2020 til 2023
3. Ísland hevur stongd havnirnar fyri russiskum skipum - hvussu nógv russisk fiskiskip landaðu, um- ella uppskipaðu í Íslandi í tíðarskeiðinum 2020 til 2023
4. Lýsa russiska fiskiskapin eftir sild, makreli og svartkjafti frá 2020 til 2023
5. Um russisk skip ikki sleppa at landa, um- ella uppskipa sild, makrel ella svartkjaft, ið ikki eru fevnd av fiskiveiðuavtaluni millum Føroyar og Russland, hvørji eru útlitini fyri at russisku fiskiskipini bunkra olju og umskipa á opnum havi
6. Lýsing av farmaflutninginum til og úr Føroyum
Frágreiðingin er umbiðin av:
· Bergfrost
· Christian í Grótinum
· Enniberg
· Effo
· Faroe Agency
· Faroe Ship
· Framherji
· JFK
· Magn
· North Pelagic
· KBI
· KJ
· KSS
· Varðin
· Vónin
Endamálið við frágreiðingini er at lýsa russiska fiskiskapin í Irmingarhavinum, føroyskum og í altjóða sjógvi í tíðarskeiðinum 2020 til 2023.
Framløgan er almenn. Øll eru vælkomin.