Frá Føroya Fiskimannafelag
Landsfundurin hjá Føroya Fiskimannafelag í ár verður fríggjadagin kl 10 í Kaffihúsinum Undir Bryggjubakka 16. Morgunmatur verður kl 9:30.
Uppskot til landsfundin skulu vera Føroya Fiskimannafelag, Bryggjubakki 14-16, Postboks 58, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi tríggjar vikur fyri landsfundin. Eisini ber til at senda uppskot við telduposti innan somu freist til [email protected]
Á landsfundinum koma hesi mál til viðgerðar:
1. Frágreiðing frá virki felagsins í farna ári.
2. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar.
3. Val av grannskoðara.
4. Ásetan av limagjaldi.
5.Uppskot frá stjórn og sóknum.
6. Annað.
Føroya Fiskimannafelag