Formaðurin í Starvsfelagnum
SAMHUGAVERKFALLIÐ, SUM IKKI BLEIV
Hugleiðingar um støðuna við samhugaverkfallinum hjá Starvsfelagnum
Starvsfelagið lýsti sum nógvum kunnugt samhugaverkfall í vikuskiftinum, sum skuldi koma í gildi í dag, týsdagin 11. juni kl. 6.00. Orsøkin til, at nevndin gjørdi av at fráboða samhugaverkfall, var at vísa stuðul til arbeiðarafeløgini í verkfalli, ikki bara í orðum, men eisini í verki. Tá ið fakfeløg fara í verkfall í samhuga, leggur hetta eyka trýst á mótpartin, sum síðan kann vera við til at hjálpa fakfelagnum í stríðnum um betri arbeiðs- og lønarkor.
Í hesum førinum vita vit, at okkara stuðul gjørdi mun. Hetta er í øllum førum tað, sum vit hava fingið at vita frá arbeiðarafeløgunum, sum eru sera fegin um okkara stuðul. Av tí at semja varð funnin ímillum partarnar sunnukvøldið, avlýsti Starvsfelagið samhugaverkfallið beinavegin.
Tá ið Starvsfelagið fráboðaði samhugaverkfallið í vikuskiftinum, var Vinnuhúsið skjótt úti við aftursvari um, at hetta fóru tey í Fasta Gerðarrætt við sum skundmál. Onkur arbeiðsgevari segði enntá við miðlarnar, at tey væntaðu úrskurðin longu sunnudagin. Starvsfelagið fekk tó ongantíð nakra innkalling til Fasta Gerðarrætt um nakað skundmál. Hugsast kann, at tá ið tað sá út til at ganga rætta vegin við at finna semju ímillum partarnar í vikuskiftinum, gjørdi Vinnuhúsið av at leggja kæruritið til síðis og hugsavna seg um semjuna við verkafólkini. Tað kann vera orsøkin til, málið ongantíð varð borið í Fasta Gerðarrætt.
Eftir øllum at døma, er Vinnuhúsið ikki samt við okkum í, at tað ber til at boða frá, nær eitt samhugaverkfall skal byrja, uttan at boða frá, nær tað skal enda. Tað halda vit uppá, at vit gott kunnu gera, so leingi vit halda avtaluna um fráboðanarform og fráboðanarfreist ímillum partarnar.
Málið er sum sagt lagt til viks og semja er undirskrivað ímillum partarnar. Nú kann vanligi gerandisdagurin byrja aftur. Verkafólkini hava fingið eitt munagott lønarlyft og standa eftir sum greiði vinnarin eftir lokið stríð. Eisini hava vit enn einaferð víst, at tað gevur úrslit at standa saman sum fakfeløg og halda fast í solidaritetinum, sum er grundarsteinurin undir allari fakfelagshugsanini. Saman standa vit sterk!
Súni Selfoss
Formaður í Starvsfelagnum