Forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya: Ein sonn fragd at lesa samgonguskjalið

Nýggjar tíðir fyri umsorganarøkið

Tað var ein sonn fragd at lesa samgonguskjalið, har staðfest er, at øll valynskini hjá Heilsuhjálparafelag Føroya eru at finna har.

Tað verður lagt upp til trípartasamstarv í samband við at stytta arbeiðsvikuna og tað fegnast felagið um, hóast at vit høvdu ynskt, at vikan bleiv stytt niður í 37 tímar í samgonguskeiðnum, heldur enn yvir 6 ár.

Framskrivingar vísa, at tað verður tørvur á væl meiri fólki innan umsorganarøkini komandi árini. Samstundis eru lønirnar á júst hesum økjum so lágar, at tað er trupult at fáa nóg nógv fólk. Tí vil samgongan tryggja teimum lægst løntu bólkunum á hesum økjum eitt lønarlyft, eins og skattastigin verður broyttur fyri at økja arbeiðsútboðið og tað fegnast felagið sjálvsagt um.

Vit hava í nøkur ár, arbeitt fyri og víst á, hvussu alneyðugt tað er, at heilsuhjálparanæmingar fáa løn undir útbúgving, tískil er orðingin av sera stórum týdningi at fáa við í samgonguskjalið,” Arbeitt verður fram ímóti at tryggja heilsuhjálparum løn undir útbúgving”. Hóast hetta er ein rund orðing, eru vit við gott mót og eru spent til trípartasamstarv, so vit fáa ta skilabestu avtaluna.

Felagið hevur í fleri ár, arbeitt miðvíst fyri, rættin til at arbeiða fulla tíð fyri okkara limir og eru vit ávegis í arbeiðinum. Orðingin í samgonguskjalinum er at almenni arbeiðsmarknaðurin skal skipast soleiðis, at møguleikin at arbeiða fulla tíð kann tryggjast.

Her er nógv gott í væntu aftrat, m.a at arbeitt verður við førleikamenning og førleikameting, skipan við vaksnamannalæru verður sett í verk.

Sjúkradagpeningaskipanin hjá tímaløntum verður endurskoðað, og lógin um starvsmenn verður dagførd.

Heilsuhjálparafelagið fer at fylgja neyvt við og bjóða inn til samstarv, so vit koma á mál við okkara ynskjum.

Tað eru ymsar meiningar um samgonguskjalið, at har er ov lítil politikkur og ov nógvar óítøkiligar og bleytar orðingar. Men lat okkum nú síggja. Fyri Heilsuhjálparafelagið er tað eitt stórt stig á vegnum, at síggja at umsorganarøkið er raðfest og fara vit sum felag at gera alt fyri, at tað ikki bert eru føgur orð í einum samgonguskjali. Samstundis hava vit tiltrúgv til samgonguna, at tey fara at handla, fyri at framtíðartryggja umsorganarøkið.

Hevur vælferðarøkið tað gott, hava vit øll tað gott.

Eg skal her at enda, vegna Heilsuhjálparafelag Føroya, ynskja øllum tingfólkum, hjartaliga til lukku við valinum og teimum nýggju landsstýrisfólkunum til lukku við sessunum og ynskja tykkum blíðan byr og hepna hond, tit ið fara at stjórna okkara landi.

Samstundis ein heilsan til fráfarandi samgongu, við takk fyri gott samstarv.

Mary Antonsdóttir

Forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya