Fór at leka vestanfyri Sandoynna
Tíðliga seinnapartin í dag fekk løgreglan fráboðan um, at ein útróðrarbátur við tveimum monnum umborð var farin at leka vestanfyri Sandoynna.
- Báturin lá tungur í sjónum og menninir, sum vóru við, megnaðu ikki at halda bátinum lens. Tí høvdu teir latið seg í yvirlivilsisdrakt og høvdu flotað bjargingarbátin.
Vaktleiðarin vísir á, at tyrla varð send á leiðina vestanfyri, har báturin var staddur, og tað gekk bæði skjótt og væl at bjarga monnunum úr bátinum.
- Tað tók bert eina løtu frá tí, at tyrlan var komin á leiðina, til hon hevði tikið menninar upp og var á veg á Landssjúkrahúsið við teimum til kanningar.
Lagt verður aftrat, at báðir menninir høvdu tað eftir umstøðunum gott. Løgreglan dugir ikki at siga, hví báturin fór at leka, men tað verður kannað.
Sambært løgregluni er bjargingarbátur hjá útróðrarbátinum, og vanligt er, at slíkur bátur hevur pumpur umborð.
Tað skrivar Vilmund Jacobsen, á in.fo