Føroyska Sjómansmissiónin fingið nýggjan bil!

Í dag fingu vit heiðurin at handa Føroysku Sjómansmissiónini ein nýggjan VW Touran. Í 2007 fekk Sjómansmissiónin ein Touran, og í fimtan ár hevur tann bilurin tænt væl og verið at sæð á kai kantunum runt allar Føroyar, har sjómanstrúboðarin hevur vitjað óteljandi skip og sjófólk úr ymiskum londum.
Tað skrivar bilasølan.fo á sínum facebook-vanga.
Tað passaði so væl at bilurin varð handaður í dag, og í kvøld hevur Torleif Johannesen bókaframløgu av nýggju bókini ’’Tænandi kvinnur – søgan um sjómanskvinnuringarnar’’. Bókin er 361 síður og hevur myndir av fleiri enn 1000 kvinnum. Bókaframløgan verur í Løkshøll.
Vit á Bilasøluni ynskja Føroysku Sjómansmissiónini tillukku við nýggja bilinum.