Føroyska felagið GroAqua keypti fóðurflaka eftir at hann var sokkin

Bakkafrost hevur í dag yvirtikið flakan og hevur hann fingið navnið “Sýnisnes”

Høvuðsumvæling av íslendskum fóðurflaka á MEST Skála

GroAqua keypti í fjør heyst fóðurflakan Muninn. Hetta var gjørt eftir at flakin var sokkin og illa farin. Muninn varð síðani sleipaður av M/S Samson úr Íslandi til Føroya.

Síðani flakin kom á MEST á Skála í fjør heyst er flakin tómdur fyri alla útgerð. GroAqua hevur staðið fyri umbyggingini og tí fóðurtekniska partinum – meðan MEST hevur staðið fyri stálarbeiði og yvirflatuviðgerð. Nú flakin er høvuðsumvældur og settur í stand – er hann vorðin sum nýggjur.

Bakkafrost hevur í dag yvirtikið flakan og hevur hann fingið navnið “Sýnisnes”.

Hetta er burðardygd í verkið – leingjan av livitíð.

mest.fo