Flestu føroyingar taka undir við tiltøkunum móti Russlandi
Tá Spyr.fo gjørdi veljarakanning fyri Portalin og Blaðið Vikuskifti leygardagin varð eisini spurt um Russland.
Veljararnir vóru spurdir um, hvør teira støða er til tey tiltøk, sum landsstýrið ætlar at seta í verk mótvegis russum, nevniliga einans at loyva teimum skipum í føroyska havn, ið eru beinleiðis knýtt at kvotunum í føroyskum sjógvi.
42 prosent halda, at tiltøkini eru hóskandi, 22 prosent halda tey vera ov lin, meðan 18 prosent halda tey vera ov víðgongd.
Eisini her er stórur munur á hvat veljararnir hjá teimum ymsu flokkunum halda.
Eitt nú halda 42 prosent av fólkafloksveljarunum, at tiltøkini eru ov víðgongd, meðan tað ikki er ein einasti javnaðarveljari, sum heldur tað.