Fleiri ungir línumenn við Havbúgvanum

Føroya elsta línuskip, Havbúgvin VA 710 (fyrrverandi Núpur, Jógvan S) landaði fríggjamorgunin 3. juli til Barðið á Vestaru Bryggju í Havn. Túrurin á ĺslandsrygginum var einki at reypa av hesuferð, og ávegis heim varð roynt hálva aðra setu norð-vestan fyri Mykines, men fiskaríið var heldur smáligt — teir avreiddu 300 kassar av toski, svartkalva og longu.

 

Sum skilst vóru aðrir bátar eisini á Rygginum og drógu svart. Hinvegin var talan um roktúr um somu tíð í fjør.

 

Vanliga telur manningin á Havbúgvanum 14-15 íroknað yvirmenn; hendan túrin vóru teir bara 13, harav níggju dekkarar. Bert fýra meira tilkomnir menn eru við, restin er ungdómar, onkrir heilt niður í 15-16 ára aldur.

 

Havbúgvin lá eitt skifti fyri fólk, fram til tíðliga í fjør, tá Árni Zachariassen tók við sum skipari. 

 

Vit tosaðu við nakrar av manningini meðan teir landaðu fríggjamorgunin, og sum skilst verður farið avstað aftur mánadagin. Vit ynskja teimum góðan túr.

 

Teir eldru fegnaðust sum vera man um at tað yngra ættarliðið er farið at vísa línulívinum størri áhuga. “Hetta er so hugaligt,” sum ein teirra tók til.

 

Havbúgvin hevur heimstað í Sandavági og varð bygdur á Søviknes Skipsbyggeri í Noreg í 1959. Eigari er partafelagið Fossá, og útgerðarmaður er Hálvdan Gudmundsen.