Fjølbroytt fiskaborð

VIDEO

Fríggjadagin 27. september 2024 var árliga Vísindavøkan hildin í Sjóvinnuhúsinum í Havn. Básurn hjá Havstovuni var, eins og í fjør, í eini garagu hjá Tórshavnar Havn. Eitt, sum serliga vakti ans í ár, vóru allir fiskarnir á fiskaborðinum – fleiri teirra rættiliga stórir. Millum annað vóru tveir 4 ára gamlir toskar, annar av Landgrunninum og hin, væl størri, av Føroyabanka.

VIDEO HER Fjølbroytt fiskaborð - Havstovan

Í Kongshøll hevði Inga Kristiansen eina framløgum við heitinum “Hví er djóraætið týdningarmikið?” Framløgan hjá Ingu sæst á Youtube, har hon byrjar á tíðini 2:50:50.

Í snarrøðukapping í Kongshøll luttók Karin Margretha Húsgarð Larsen, saman við trimum øðrum, við eini framløgu um hitnandi sjógvin í Bankarennuni. Dómsnevndin var samd um, at Karin Margretha helt bestu røðuna og vann. Snarrøðan hjá Karin Margrethu sæst á Youtube, har hon byrjar á tíðini 7:13:47.