Fiskiskapurin í russiskum sjógvi kunngjørdur

Føroysk skip kunnu m.a. fiska 12.285 tons av toski í russiskum sjógvi næsta ár, og Russland eigur m.a. 72.000 tons av svartkjafti í føroyskum sjógvi.

Tað skrivar Høgni Djurhuus á kvf.fo

Kunngerðirnar um føroyska fiskiskapin í russiskum sjógvi og russiska fiskiskapin í føroyskum sjógvi í 2023 eru komnar.

Sambært fiskiveiðuavtaluni eiga føroyingar 12.285 tons av toski, 1.276 tons av hýsu, 900 tons av flatfiski og 4.000 tons av rækjum í russiskum sjógvi.

Russland eigur 72.000 tons av svartkjafti, 13.000 tons av makreli og 8.500 tons av sild.

 

Eysturgrønland

Hóast 280 tons av toski og brosmu eru eftir av føroysku kvotuni, sum skulu fiskast við línu við  Eysturgrønland, er lína eisini ein treyt í kunngerðini um fiskiskapin næsta ár.

Í einari roynd at fáa fatur í teimum 280 tonsunum, tí tey kunnu ikki flytast millum ár, broytti Fiskimálaráðið kunngerðina fyri 2022, so nú kann allur reiðskapur brúkast, ikki bara lína.