Fiskimenn mótmæla mánadagin
Føroya Fiskimannafelag og Føroya Skipara- og Navigatørfelag skipa fyri mótmælistiltaki við tinghúsið, tá fiskivinnunýskipanin verður til fyrstu viðgerð mánadagin.
Undir herrópinum “kom og stuðli feløgunum í stríði okkara ímóti uppskotinum til nýggja fiskivinnulóggávu” skipa fiskimenn og navigatørar fyri mótmælistiltaki uttanfyri tinghúsið mánadagin.
Mótmælistiltakið byrjar klokkan 9, ein tíma áðrenn tingfundin, sum bert hevur tvey mál á skrá, nevniliga uppskotini til fiskivinnunýskipan hjá ávikavist samgonguni og Sambandsflokkinum.
Á tiltakinum verða millum annað talur hildnar í Klubbagarðinum. Har verður tingfundurin eisini stroymdur á stórskíggja, og tað verður hann eisini á matstovuni Shanghai, sum fyriskipararnir hava leigað fyri dagin.
Í lýsing um tiltakið siga fyriskipararnir millum annað soleiðis:
“Um uppskotið hjá samgonguni verður samtykt av Løgtinginum, so fer hetta at raka allar limir felagsins sera dygt, og tí er umráðandi at allir limir felagsins mótmæla uppskotinum.”