Fiskimannafrádrátturin átti heldur at vaksið
Landsstýrið legði fríggjadagin fram sínar ætlanir um skattaumskipan fyri 2024 og 2025. Serligar skattaskipanir avlaga arbeiðsmarknaðin, heldur landsstýrið, sum tí millum annað vil minka fiskimannafrádráttin.
HOYR SAMRØÐUNA VIÐ JAN HØJGAARD VIÐ KVF HER -Fiskimannafrádrátturin átti heldur at vaksið | Kringvarp Føroya (kvf.fo)
Frádrátturin, sum í dag er 14% av 470.000 krónum, skal sambært skattaumskipanarætlanini hjá landsstýrinum minka í tveimum. Í 2024 verður frádrátturin 14% av 400.000 krónum og í 2025 verður hann 14% av 300.000 krónum.
-Hetta er ikki í lagi. Fiskimannafrádrátturin er einasta sersømdin, fiskimenn hava í mun til onnur. Tí átti frádrátturin heldur at vaksið, sigur Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum.
Tekstin og samrøðuna eiga