Fiskimannafelagið hevur landsfund kl.10.00 í dag
Fiskiárið 2023 verður lýst í tølum og áhugaverdum samanberingum
Føroya Fiskimannafelag hevur sín árliga landsfund á Panorama í morgin 28. desember.
Á fundinum verður lagt upp til broytingar í lógum felagsins.
Jákup Petur Bærentsen frá fyritøkuni Stýr fer eisini at greiða frá um fiskiárið 2023 í tølum og áhugaverdum samanberingum.
Byrjað verður við morgunmati klokkan 9.30, og klokkan 10 byrjar sjálvur landsfundurin, har ásetan av limagjaldi m.a. er til viðgerðar umframt frágreiðing frá farna ári og góðkenning av roknskapi
Umleið klokkan 11.30 leggur Jóan Petur Bærentsen fram sína frágreiðing. Eisini fer kórið Silvitni at syngja nakrar sangir.
Á myndini - nevndin í Føroya Fiskimannafelag; Standandi frá vinstru: Sólberg Olsen, Sniálvur Røvilsberg, Hans Vilhelm Danielsen og Magnus Pauli Glerfoss. Sitandi frá vinstru: Per á Sýnini, Jan Højgaard, formaður og Sámal Poulsen, næstformaður