Fiskiídnaðurin brúkar nógv minni olju

Ísland. Nógv nýggj fiskiskip eru komin, og tey brúka minni olju enn tey gomlu

Fiskiídnaðurin í Íslandi brúkar nógv minni olju nú, enn hann gjørdi seinastu tíggju árini fyri aldarskiftið og fyrstu tíggju árini í hesari øldini.

Talan er um 40 til 50 prosent minni, vísa tøl hjá vinnuni.

Tað skrivar Høgni Djurhuus á kvf.fo 

Oljunýtslan vaks tó í fjør, heili 16.000 tons.

Orsøkin var, at uppsjóvarvirkini kundu ikki fáa tann streym, sum tey høvdu brúk fyri. Streymurin var skamtaður.

Hetta kom samstundis sum lodnukvotan var 660.000 tons.

Lodnan er ein tann størsta rávøran hjá virkjum, sum gera mjøl og lýsi.

Í fiskivinnuni á sjónum eru nógv nýggj skip komin. Tey brúka minni olju enn tey gomlu. 

Reiðskapurin er eisini betri nú, so skipini brúka minni olju.

 (Savnsmynd: Morgunblaðið)