Fiskifør á Lítlubeding í 1950unum
Báturin á størri myndini er Nakkur, sum Jóhan Purkhús keypti á tvingsilssølu í 1950 og átti til í 1959. Síðan skifti báturin eigarar nakrar ferðir, men varð seinni keyptur aftur til Klaksvíkar og eitur Norðsøki.
Poul Niklái og Julius Purkhús, sum vóru brøður Jóhan, førdu m.a. bátin tey árini, Jóhan átti hann. Men nógv tað longsta tíðskeiðið var báturin heimahoyrandi á Eiði, har Jákup Joensen átti og førdi bátin frá 1972 til 1996.
Hinar báðar myndirnar eru av Norðlýsinum, sum fýra menn í Klaksvík áttu frá 1956 til 1965. Norðlýsið varð smíðað á Tórshavnar Skipasmiðju til partafelagið Uvak í Havn í 1945, og varð brúkt sum fiskiskip, til tað í 1984 varð umbygt til seglskip at sigla við ferðafólki.
Sí fleiri myndir niðanfyri.
Myndirnar eru úr savninum hjá Jóhan Purkhús.
Tað skrivar Jákup Andreasen, fyrrv. skúlastjóri á Fiskivinniskúlanum í Vestmanna.