Fiskamarknaðurin við meting fyri VIKU 5
Línuskip. Eitt minni ísfiskalínuskip er til fiskarí. Tað fiskar mest hýsu og tosk og landar helst fyrst í vikuni. Helst fer okkurt ísfiskalínuskip út í næstum. Nýggju frystilínuskipini eru til fiskarí. Øll fiska í føroyskum sjógvi, uttan eitt sum er í Íslendskum sjógvi. Tey fáa ein blanding av toski, longu, brosmu og so nakað av øðrum fiskasløgum.
Útróður: Streymurin verður góður í vikuni, men veðri verður sera skiftandi, so vit rokna ikki við nógvum útróðri. Teir størri útróðrabátarnir koma helst at gera onkran túr. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski. Fiskaríið er brúkiligt
Djúpvatnstrolarar: Hvørgin er úti, men helst fer annar avstað skjótt. Vantandi fer hann á svartkalvaveiðu. Hein er á beding.
Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí og koma fleiri at landa í vikuni. Øll fiska upsa, men fáa eisini eitt sløð av hvítum fiski, serliga longu og hýsu. Smáligt fiskarí, men okkurt gott hálið er inn ímillum.
Trolbátar: Allir liggja við bryggju. Veðri verður sera skiftandi, so tað er ivasamt nær teir fara út
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Eitt fiskar havtasku. Fiskaríið hjá tí, er eisini brúkiligt. Øll garnaskipini landa í vikuni.