Fiskamarknaðurin
Línuskip. Bara eitt ísfiskalínuskip er til fiskarí. Tað kemur vantandi at landa síðst í vikuni. Helst fer okkurt avstað nú bæði veður og streymur er til vildar. Eitt frystilínuskip er við Grønland og eitt siglur heim undan Grønlandi, eitt er á Føroya Banka, tvey eru á Íslandsrygginum og so eru fimm á landgrunninum. Tey fiska mest tosk, longu, brosmu og so nakað av hýsu, blálongu og svartkalva.
Útróður: Streymurin er góður og veðri verður eisini gott, serliga fyrst í vikuni. So tað verður veður til nógvan útróður. Bátarnir fáa mest av hýsu, men tað hevur verði heldur meira av toski at fáa í seinastuni. Fiskaríið er brúkiligt.
Djúpvatnstrolarar: Tveir eru á Íslandsrygginum og fiska mest av toski. Annar kemur at landa í vikuni, meðan hin neyvan landar hesa vikuna. Ein frystitrolari fiskar svartkalva.
Partrolarar: Seks pør eru úti og vit vanta at allir landa í vikuni. Fiskaríið er smáligt.
Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men helst fer onkur avstað skjótt nú veðri verður so gott.
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Fiskaríð er brúkiligt eftir svartkalva, men smáligt við havtasku.. Øll landa í vikuni.