Fingu trupuleika við motorinum
Í seinastu viku kom nýggja ísleandska pelagiska nóta- og trolskipið Hákon á Havnina. Tað er felagið Gjøvur hf í Grenivík, sum eigur skipið.
Teir vóru ávegis úr Skagen, har skipið er gjørt, og til Íslands, tá teir fingu trupuleika við motorinum. Teir sigldu tó sjálvir inn á Havnina, har motorurin verður umvældur.
Teir vóna at kunna sigla víðari ein av komandi døgunum.
Hákon kemur í flotan fyri gamla Hákon, sum var bygdur í 2001. Hann er eitt verksmiðjuskip og er settur til sølu.
Nýggi Hákon er 75 metrar langur, 16 metrar breiður og hevur ein 5400 kW. Wartsila motor. Lastin er 2500 rúmmetrar. 18 mans hoyra til skipið og 9 eru umborð í senn.
Hákon skal, eins og gamla skipið, fiska sild, lodnu, makreli og svartkjaft.
Sjómanstrúboðarin vitjað umborð. Manningin fekk kristiligan lesnað og gomlu føroysku heilsanina: Góðan túr og Jesus fylgi tykkum!
Føroyska Sjómansmissiónin ynskir tillukku og Guds signing við Hákon.