Fingu stuðla uppá 3 mió. krónum.
Í sambandi við, at bjargingarbáturin Rescue LÍV skal høvuðsumvælast og uppstigast í næstum, hevur nevndin í danska grunninum Den A.P. Møllerske Støttefond játtað at stuðla verkætlanini við 3 mió. krónum.
- Vit í Havnar Bjargingarfelag, sum reka Rescue LÍV, eru grunninum sera takksom fyri henda stórfingna stuðulin til sjálvbodnu sjóbjargingina í Føroyum.
- Samlaði kostnaðurin av uppstiganini er mettur at verða á leið 11 mió. krónur, so stuðulin frá Den A.P. Møllerske Støttefond hevur stóran týdning fyri, at verkætlanin verður veruleiki.
- Meginparturin av írestandi upphæddini upp til tær 11 mió. kr. hava Føroya Landsstýrið og Tórshavnar Kommuna áður veitt, soleiðis at samlaða verkætlanin nú kann fremjast.
- Í august mánað verður Rescue LÍV sigldur til Svøríkis, har umvælingin og uppstigingin fer fram. Gongur sum ætlað, verður farið aftur eftir bátinum í mai mánað komandi ár.
- Meðan Rescue LÍV er í Svøríki, hevur Norðoya Bjargingarfelag lánt Havnar Bjargingarfelag bjargingarbátin Arun, sum er gamli Ziska, sigur Havnar Bjargingarfelag.
Um Havnar Bjargingarfelag:
Havnar Bjargingarfelag var stovnað í 1957 eftir, at íslendski trolarin Goðafoss fór á land á Flesjunum í ringum veðri 2. januar 1957. Felagið hevur sostatt 66 ár á baki og hevur neyvan nakrantíð verið so virkið, sum tað er í dag. Felagið varðar av rakstrinum av Rescue LÍV, har oman fyri 30 fólk eru knýtt at bátinum. Rescue LÍV hevur í miðal 30 til 40 útkall um árið, og røkir mest sum burturav allan sjúkraflutning millum Nólsoynna og Havnina umframt at boð eisini eru eftir bátinum, tá øðrum bátum tørvar hjálp.