Felagið Nótaskip skal hava nýggjan stjóra

Jógvan Jespersen gevst

Felagið Nótaskip skal hava nýggjan stjóra, nú stjórin seinastu 16 árini, Jógvan Jespersen, gevst í starvinum.

Stjórin hevur dagligu leiðsluna av felagnum, og stendur saman við nevndini á odda fyri menningini av felagnum Nótaskip. 

Uppgávurnar fevna, sambært starvslýsingini, millum annað um málsviðgerð og ráðgeving, umframt aðrar uppgávur.

Stjórin hevur ábyrgd av leiðslu og fíggjarstýring, eins og hon ella hann tekur lut í sáttmálasamráðingum.

Stjórin í Nótaskipum luttekur, tá fiskivinnusamráðingar eru, og hevur hevur samskifti við myndugleikar og samstarvsfelagar hjá felagnum í øðrum londum

Viðkomandi, ið søkir, skal hava viðkomandi útbúgving og viðkomandi leiðsluroyndir.

Persónligu eginleikarnir hjá stjóranum  eru millum annað, at vera fleksibul og duga at tillaga seg eftir umstøðunum, at hava góð samskiftisevni.

Umsóknarfreistin er 19. august, og miðað verður eftir at seta starvið frá 1. oktober. 

Tað skrivar Elin S. Winther Poulsen á kvf.fo