Fekk heiðursgávu fyri 55 ár á havinum
Seinnapartin í dag hevur Føroya Fiskimannafelag handað John F. Haraldsen í Sandavági eitt flott lummaur. Maðurin, sum framvegis er virkin á sjónum, hevur verið sjómaður í samfull 55 ár, og tað er í hesum sambandi, at felagið hevur valt at heiðra mannin, sum fylti 70 ár hin 23. januar í ár.
Vilmund Jacobsen, tíðindamaður á Sosialinum/in.fo, kom á gátt í samband við handanina.
Hann skrivar:
- Eg eri sera glaður og stoltur fyri urið, og eg taki hetta sum eina viðurkenning fyri mítt starv á sjónum øll hesi mongu ár. Eg haldi eisini, at hetta er ein heiður fyri felagið. Tað er flott, at Føroya Fiskimannafelag velur at heiðra sjófólk á slíkan hátt fyri drúgva tænastu á sjónum, sigur John.
John Haraldsen hevur seinastu árini siglt við Katrin Jóhonnu, og hann hevur verið við skipinum, síðan tað gjørdist heimahoyrandi í Vágum. Árið í fjør royndist væl, og hann leggur aftrat, at hann stórtrívist umborð, tí her er alt, sum ein familja, sum hann tekur til.
- Eg havi siglt, síðan eg var 14 ára gamal og var við Magnusi Heinasyni árini 1967, 1968 og 1969. Fyrst í sjeytiárunum var eg eitt stutt skifti við línuskipum, men samanlagt havi eg verið fleiri enn 50 ár við trolara, sigur John Haraldsen.
Hann hevur eisini siglt við svenskum og donskum uppsjóvarskipum.
- Eg havi alt mítt arbeiðslív verið sjómaður, og eg dugi ikki annað. Um tíðin uppi á landi gerst ov drúgv, leita eyguni út aftur á hav, tí havið hevur verið so stórur partur av mínum lívi. Eg havi siglt sum dekkari og trolbassi, sigur hann.
Spurdur, hvussu leingi hann ætlar at vera sjómaður aftrat, nú árini eru vorðin sjeyti, sigur hann, at tað verður helst so leingi, sum beinini orka at bera hann.
- Eg havi verið eini 40 ár í uppsjóvarvinnuni, og nú eg eri við Katrin Jóhonnu og stórtrívist umborð, havi eg sum er ongar ætlanir um at gevast, sigur John F. Haraldsen.