Fakfelagið keypt smáttu í Vági
Pedagogfelagið hevur keypt eina frítíðarsmáttu í Vági.
Hon verður nú leigað limunum. Seks fólk kunnu búgva í smáttuni.
Smáttan kann leigast fyri 500 kr. fyrsta samdøgrið og síðani fyri 300 kr. um samdøgrið.
Pedagogfelagið hevði eykaaðalfund hálvan november.
Á skránni var eittans mál: heimild hjá nevndini at keypa frítíðarhús. Ta heimildina fekk nevndin.
Og longu 1. desember yvirtók Pedagogfelagið smáttuna í Vági.
Limir í Pedagogfelagnum hava í nógv ár spurt nevndina, um felagið ikki eigur at hava eini frítíðarhús, sum limirnir kunnu leiga, segði Jógvan Philbrow, formaður, við Útvarpið fyri eykaaðalfundin í november.
Frítíðarhúsið í Vági er bygt í 2016. Smáttan er 40 fermetrar.
Tað skrivaði Høgni Djurhuus á kvf.f.fo í gjár