Færri fiskidagar bjarga ikki toskastovninum
Ætlanin hjá Dennisi Holm, landsstýrismanni, um at skerja fiskidagarnar 20 prosent, bjargar ikki minkandi toskastovninum undir Føroyum.
Tað sigur Hans Ellefsen, búskaparfrøðingur.
Hann heldur, at alt ov nógvir dagar eru í skipanini, og skipini brúka bara helvtina av tillutaðu fiskidøgunum.
Hans Ellefsen mælir til at fara frá fiskidagaskipanini, og í staðin seta kvotuskipan í verk.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: HER Færri fiskidagar bjarga ikki toskastovninum | Kringvarp Føroya (kvf.fo)