ESTHER - SEINASTA SLUPPIN TIL FISKISKAP

Hetta var nógv betur enn at sita við skrædlaran á Dávavirkinum, segði Olivur við Neyst.

“slideshow” av myndum, sum Olivur við Neyst hevur tikið umborð á sluppini

Í 1987 gjørdu Olivur við Neyst og Ingi Joensen eitt sokallað “slideshow” av myndum, ið Olivur við Neyst hevði tikið á túrum, hann gjørdi sum maður við Esther, eitt nú undir Íslandi.

TRÝST HER https://vimeo.com/385954620

Umframt myndirnar, hevði Olivur eisini ein bandupptakara við á onkrum túri, tí hevur verið møguligt eisini at sett viðtalur inn í slideshowið, ið vit nú almannakunngera her niðanfyri. Myndirnar hava eitt nú verið vístar á Bókasavninum í Klaksvík í samband við Føroya Sjómannadag.

Í stuttari viðtalu við Olivur við Neyst í dag, segði hann mær, at myndirnar eru tiknir á fleiri túrum hann gjørdi við Esther á snellutúrum undir Íslandi. Eg fór við har fyri at vinna mær nøkur oyru. Tó, eg havi ongantíð havt sjóverk, so mær dámdi sera væl umborð og kanska serliga manningina. Hetta var nógv betur enn at sita við skrædlaran á Dávavirkinum, segði Olivur við Neyst.

Hendan greinin stóð í Norðlýsinum í 2022.

Sí mynd niðanfyri 

Tað finnist eisini ein facebook-vangi Saving Esther KG 391