Enniberg aftur úr Barentshavinum

Konur og børn stóðu spent á bryggjuni og tóku ímóti

Enniberg komin á Havnina. Kl. 14 í dag kom flakatrolarin Enniberg á Havnina. Teir fóru avstað 7. oktobur, hava roynt í Barentshavinum og hava umleið 480 tons av flaki.

Lagið var gott á monnum, og á familjun, tí teir hava gjørt ein hampuliga góðan túr og komu heim áðrenn jól.

Konur og børn stóðu spent á bryggjuni og tóku ímóti. Gud signi sjófólkið!

Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á facebook-vanga sínum.

Mynd TJ.myndir