Emerald hevur loyst - Gadus liggur enn
Trolarin Emerald fór úr Bátsfjørðinum í Noregi til fiskiskap fyrrapartin í gjár.
Hann kom hagar hósdagin í síðstu viku.
Hóast Emerald nú hevur verið burturi í tveir mánaðir, hevur hann bara fiskað í ein mánað, tí ymisk brek hava gjørt, at hann er farin inn nakrar ferðir.
Emerald hevur 300 tons av rækjum.
Gadus liggur framvegis í Bátsfjørðinum.
Hann kom hagar fyri góðum tveimum vikum síðani, tí ein brennievnispumpa brotnaði.
Gadus hevði tá fiskað í 12 dagar í Barentshavinum.
Tað skrivar Høgni Djurhuus á kvf.fo-
Emerald og Gadus við bryggju í Båtsfjørðinum
Mynd: Båtsfjord Havn