Elrikin tvíkilja hjá Bakkafrosti fær avstralska viðurkenning

Avstralskt tíðarrit sigur, at Báturin hóskar sera væl til krevjandi umhvørvið og veðurlagið

Auvstralska tíðarritið, Baird Maritime, skírdi í grein fríggjadagin Grønu tvíkiljuna ”Grønarók” sum ársins arbeiðsbát 2022.

Grønarók vann heiðurin sum ”Work Boat Best Small Fish Farm support vessel 2022”. Grønarók var latin Bakkafrost í september í fjør.

Tað skrivar Kári Mikkelsen á kvf.fo

Í greinini verður nevnt, at 100 prosent eldrikna tvíkiljan hjá Bakkafrost, sum er smíðað á MEST, er sera virkisfør og effektiv. 

Nevnt verður eisini, at tvíkiljan liggur væl í sjónum, er bílig í rakstri, og kann nýtast til ymiskar uppgávur.

Báturin hóskar sera væl til  krevjandi umhvørvið og veðurlagið, sum hann arbeiðir í.

Meira kann lesast her.