EIN VÆLNØGDUR BÁTASMIÐUR

Í komandi viku er tað árar og róður til 5-mannafarið. Síðan eru aðrar uppgávur á skránni í bátasmiðjuni á Kjalnesi.

Vit í Sandavági takka fyri ein frábæra snotuligan og væl frágingnan bát. Tú verður biðin aftur.

Nú vænta vit eisini, at tú hevur fingið alt inn við skeið um ættina í Sandavági, tí fróðarmenn hava verið nógvir í Steigartúni.

SØGAN UM BORÐBÁTIN

Jóhan Dionesen f.1822, var timburmaður og útróðrarmaður. Hann var fyrsti klokkari, ið menn vita um, sum hevur verið í Sandavági.

Jóhan Dionesen, vanliga nevndur Jóhan á Mýrini, var saman við øðrum Mýrimonnum, fyrstur at gera upp við bátsbandið í Sandavági. Tað hendi um ár 1850.

Mýrumenninir, ið vóru óføra góðir útróðrarmenn og timburmenn, vóru sostatt teir fyrstu jarðarleysu í Sandavági, at fáa sær bát. Hendan framíhjá rætt áttu bøndurnir fram til 17.mars í 1865. Sum skilst var tað Jóhan á Mýrini, sum stóð fyri at smíða bátin hjá Mýrumonnunum.

Siður var tá, at tá bátur var flotaður, var eitt seyðakrov lagt niður í hann, eitt slag av vælsignilsi yvir bátin. Men sandavágsmenn, annahvørt vildu ikki ella tordu ikki, at lata Jóhan á Mýrini eitt krov. Hann royndi so í Miðvági og Sørvági, men illa gekst. Men komin til Bíggjar bar til, hann fekk krov at leggja í bátin og kundi sostatt fara aftur til Sandavágs at flota.

Borðbátin hevur Jóhan Dionesen gjørt um leið 1870, til sonin Jóhannes Johansen f.1867, sum síðani lat bátin ganga í arv til sín son Jóannes Albert f.1896.

Borðbátin fekk Jóanis Nielsen frá abba sínum, Jóannes Albert Johansen f.1896, í 1960, eftir at borðbáturin var umvældur. Og systur Jóannes Albert, er Andrea f.1891, ið er omma bátasmiðin í Steigartúni í 2023, Terja R. Jakobsen, hon var gift til Kvívíkar.

Sostatt er Jóhan Dionesen, oldurabbi til bátasmiðin Terja R. Jakobsen, og til eigarin á borðbátinum Jóanis Nielsen, sum so eru trímenningar.

“Alt kemur aftur, ið verið hevur fyrr”.