Ein ísfiskatrolari fiskar blálongu. Ein er farin á kongafiskaveiðu.
Línuskip. Bæði ísfiskalínuskipini liggja við bryggju. Trý frystilínuskip eru við Føroyar, eitt er á Íslandsrygginum og tvey eru við Eysturgrønlandi. Skipini fáa ein blanding av toski, longu og brosmu. Tvey liggja við bryggju.
Útróður: Streymurin verður hampuligur, men veðri sær út til at blíva vánligt seinnapartin av vikuni. So tað verður nakað av útróði nú um vikuskiftið og mánadagin og so verður lítið av útróðri restina av vikuni. Tað er mest toskur og hýsa bátarnir fáa, men fiskaríið er smáligt. Helst fara nakrir bátar á Føroya Banka um vikuskiftið.
Djúpvatnstrolarar: Ein ísfiskatrolari fiskar blálongu. Brúkiligt fiskarí. Ein er farin á kongafiskaveiðu. Vit vantað at báðir landa í vikuni. Ein frystitrolari er við Eysturgrønland. Hann fiskar svartkalva.
Partrolarar: Fimm pør fiska upsa og annan hvítfisk. Ikki tað stóra fiskaríið. Tvey pør fiska gulllaks.
Trolbátar: Fýra eru norðanfyri og fiska mest av hýsu og so nakað av toski og flatfiski. Fiskaríið er brúkiligt. Allir landa í vikuni. Vit rokna við at onkur av hinum trolbátunum fer út eftir vikuskiftið
Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Misjavnt fiskarí. Øll landa í vikuni