Ein “æra” er av

Stella Karina verður nú upphøgd. Tann seinasti av teimum trimum hekkutrolarunum, ið Erling Laksafoss teknaði.

Ein “æra” er av

Eitt tíðarskeið við trimum trolarum hevur fingið ein enda

Stella Karina verður nú upphøgd. Tann seinasti av teimum trimum hekkutrolarunum, ið Erling Laksafoss teknaði og skipaði byggingina av í Noreg, stendur nú uppi á turrum í Alang í India og verður upphøgdur.

 Tað skrivar facebook-vangin Siglingarsøgan Í Vágum

Systurskipini, hekkutrolararnir sum løgdu lunnar undir føroyskar flakatrolarar, komu til Føroya í ávikavist 1968, Stella Kristina til Klaksvíkar og í 1969, Vesturvón til Sørvágs og Stella Karina til Klaksvíkar.

Síðan eru teir farnir úr flotanum soleiðis: Vesturvón sokkin í 2015 (Thunder), Stella Kristina upphøgd í 2020 (Snæfell) og nú í 2023, Stella Karina upphøgd.

Sostatt helt tann seinasti í 54 ár.

Mynd: Þ. Gíslason

www. vagaskip.fo