Eg haldi meg vita, hvar á leið hon liggur
Hetta hevur altíð fylgt mær, heilt síðani eg var smádrongur. Eg eri uppvaksin við søguni um Norsku Løvu.
Her vit nú sita, var alt av skipinum drigið niðan úr fjøruni og inn higar. Alt sum bjargað varð, kom inn her. Veitst tú; tá var bert tann eini bústaðurin í bygdini, og tað var her!”
Á hesum seinasta túrinum fór Norska Løva úr Keypmannahavn 4. desember 1707. Ódnarveður brast á, og 18. desember sló toran niður í skipið. Dagin eftir avgjørdi Roluf Meincke skipari at kappa høvuðsmastrina.
Norska Løva strandaði nýggjársaftan í Føroyum í Lamba í Eysturoy og gjørdist vrak 4.januar 1708. Manning, peningur og stórur partur av førninginum var bjargað í land.
Umleið 100 mans komu livandi frá vanlukkuni.
Tað var sum sagt nýggjársaftan, 31. desember í 1707, at Norska Løva.....LES ALLA GREININA HER https://www.eyp.fo/magnus-rasmussen-um-norsku-lovu-eg-haldi-meg-vita-hvar-a-leid-hon-liggur/?fbclid=IwAR1beb-qZoFN9aas3g0Q53hDs0FUnhDLP_mLoYoG23-IrKl8GXXIZnuLe4I