Dregur út at stytta arbeiðsvikuna

Kringvarpið hevur í nakrar dagar roynt at fingið orðið á Ingilín Strøm, landsstýriskvinnu, um málið, men hon vil ikki tosa við Kringvarpið

 

Tað dregur út hjá landsstýriskvinnuni Ingilín D. Strøm at koma við uppskoti um styttri arbeiðsviku. 

Kringvarpið hevur í nakrar dagar roynt at fingið orðið á landsstýriskvinnuna um hetta málið, men hon vil ikki tosa við Kringvarpið. 

Í skrivligari viðmerking sigur hon, at arbeiðið við at stytta arbeiðsvikuna eftir ætlan skuldi vera liðugt í heyst, men hevur ikki borðið á mál orsakað av órógvi, sum hevur verið á arbeiðsmarknaðinum. Arbeiðið verður tikið uppaftur nú, sigur hon eisini.

Í samgonguskjalinum stendur, at arbeiðsvikan skal styttast niður í 37 tímar. Hetta skal gerast við at stytta arbeiðsvikuna við einum tíma annaðhvørt ár, til hon er komin niður á 37 tímar.

Tað skrivar Frants Jensen á kvf.fo