Dragin KG 212 fekk 75.000 kr.
Á samkomu umborð á Draganum í gjár handaði presidenturin fyri Lions Eysturoy/Klaksvik Tummas Lervig skiparanum á Draganum Kára Millum Garðarnar kekkin á 75.000 kr.
Á myndini eru tað F.v.: Tummas Lervig, presidentur fyri Lions Eysturoy/Klaksvik og Kári Millum Garðarnar, skipari
Dragin stendur fyri umvælingum á skrokkin og fer stuðulin til at kálfatra skipið seinni í summar.
Lions Eysturoy/Klaksvík hava stuðla Draganum KG 212 fyrr við einari Iridium telefon.
Draga mennirnir vóru sera takksamir fyri stuðulin og vegna teir takkaði Kári millum Garðarnar hjartaliga fyri kekkin.
Lions setur eisini stóran prís uppá tað stóra arbeiði, sum er lagt í at varðveita seglskipini í Føroyum.
Tað skrivar norðlýsið. -Lions Eysturoy/Klaksvík stuðla Draganum KG 212 við 75.000 kr. (nordlysid.fo)
Mynd Norðlýsið.