Dimma.fo skrivar: Landsrættardómur: Í lagi at sleppa manningum undan at gjalda
Eystari Landsrættur hevur blástemplað avgerðina hjá undanfarnu samgongu um, at manningarnar ikki skuldu vera við til at gjalda fyri kvoturnar, sum í 2016 vóru seldar á uppboðssølu. Tað var ásett í lóg, at manningarnar ikki skuldu gjalda. Hesa ásetingina ógildaði Føroya Rættur í fjør, men nú hevur Landsrætturin kolldømt tann dómin.
Landsstýrið var í sínum fulla rætti at áseta við lóg, at manningarnar ikki skuldu vera við til at rinda fyri kvotukeyp í sambandi við royndaruppboðssølurnar í 2016.
Tað hevur Eystari Landsrættur gjørt av. Dómurin fall í gjár, og hann ger dómin hjá Føroya Rætti 14. januar 2021 til onkis.
Tað var í apríl 2016, at táverandi samgongan millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn, eisini rópt CEF-samgongan, smíðaði og samtykti lógina um royndaruppboðssølu av kvotum – Løgtingslóg nr. 30 frá 12. apríl 2016 um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2016.
Talan var um at selja 9.000 tons av makreli, 4.000 tons av norðhavssild, 20.000 tons av svartkjafti og 3.000 tons av botnfiski í Barentshavinum á uppboðssølu.
Samgongan, ið tá sat, legði dent á, at gjaldið fyri kvotur, seldar á uppboðssølu, og tilfeingisgjald vóru gjøld fyri rættin at fiska, og at tað tí vóru rættindahavararnir einsamallir og sostatt ikki manningarnar, sum skuldu rinda hesi gjøld.
Í sáttmálanum, sum tey trý manningarfeløgini høvdu við Føroya Reiðarafelag, var tó ein gomul.........LES ALLA GREINIAN Á DIMMA.FO HER https://www.dimma.fo/grein/landsraettardomur-i-lagi-at-manningarnar-sleppa-undan-at-gjalda?fbclid=IwAR04V7Rsk7crxAin_1DkEZK4Y6u1dZ8nYFzzAMtABa1_BbG57o8Wr4txzVM