Dennis Holm: Suðuroyartunnil ella nýggjan Smyril?

...er livitíðin 25 ár, so skal ein nýggjur Smyril byggjast aftur eftir 25 ár

Á vestursíðuni á Skotlandi røkir reiðaríið CalMac ferries 29 farleiðir til eina røð av oyggjasamfeløgum vesturúr Skotska meginlandinum. CalMac hevur seinastu árini arbeitt við at byggja nýggj skip til oyggjaleiðirnar og verða í løtuni m.a. bygd tvey størri systurskip.

Annað teirra MV Glen Rosa skal eftir ætlan verða liðugt í desember í 2024. Upprunaliga varð mett, at systurskipini bæði skuldu kosta £97 mió., men nú er greitt, at skipini bæði fara í øllum førum at kosta £300 mió., svarandi til at hvørt skipið kostar umleið 1,3 milliardir krónur.

Skipini eru 102 m. long og eru sokallaðar “dual-fuel ferries”, tvs. sigla við bæði diesel olju og LNG. Skipini taka 1.000 ferðafólk, 127 bilar ella 16 trailarar. Smyril er hinvegin 135 m. Langur, tekur 975 ferðafólk og 200 bilar.

Í samband við kjakið um Suðuroyartunnilin hevur verið ført fram, at ein nýggjur Smyril kostar kanska umleið 1 milliard krónur. Men verða tølini frá skotsku ferjuni, sum røkjur á leið somu uppgávur sum Smyril, so er meiri sannlíkt, at Smyril fer at kosta væl meiri enn 1,5 milliardir krónur – og er livitíðin 25 ár, so skal ein nýggjur Smyril byggjast aftur eftir 25 ár.

Nógv bendir á, at samlaðu íløgurnar í nýggj skip á Suðuroyarleiðini og raksturin av leiðini fara at verða væl meiri enn samlaði íløgukostnaðurin av Suðuroyartunlinum.

Spennandi tíðir fyri framman, nú neyvari lýsing verður av øllum viðurskiftum av framtíðar farleiðini til Suðuroyar

Dennis vísir á hesa greinina Delayed CalMac ferry named Glen Rosa after public vote - BBC News