Dennis hitti Marianna Sivertsen Næss í Barcelona

Fríggjadagin gjørdist Marianne Sivertsen Næss fiskimálaráðharri í Norra

Fríggjadagin varð eitt skifti í norsku stjórnini, sum førdi við sær, at Marianne Sivertsen Næss gjørdist fiskimálaráðharri.

Mánadagin varð fundur við Marianna Sivertsen Næss í Barcelona, har Seafood Expo Global er í hesum døgum.

Við einum stórum smíli segði hon, at hon altíð fór at minnast fundin, tí hetta var hennara fyrsti millumlanda fundur sum fiskimálaráðharri.

Okur hava frá byrjan raðfest at hava gott samband við grannalond okkara í Norðuratlantshavi - eisini á politisku støði - og var talan um ein góðan fund við Marianne Sivertsen Næss. Og sjálvandi nýttu okur høvið at bjóða henni á vitjan í Føroyum.

Lesið meiri her

https://www.fisk.fo/.../dennis-holm-a-fundi-vid-nyggja...