Denni Holm skrivar: Útróðrarbátar rokfiskiskap á Føroya Banka
Hugalig tíðindi frá útróðrarbátunum á Føroya Banka, sum hava rokfiskiskap. Fyrstu tíðina royndu teir flestu við línu, men fleiri av smærri útróðrarbátunum eru síðani farnir at fiska við snellu.
Og menn siga frá heilt óvanliga góðum fiskiskapi, sum teir ongantíð hava upplivað fyrr. Á snelluni fáa teir so at siga bara stóran tosk. Og toskurin er sera stórur og feitur og fullur av nebbasild.
Fyrr varð sagt, at tað skuldi eini 7-9 stórir Bankatoskar til ein sentnara (100 pund). Toskurin, teir nú fáa, er væl størri og skulu tað "bara" 4-5 toskar til ein sentnara (100 pund).
Ja, sera góð tíðindi um toskin á Føroya Banka, sum eisini stuðlar kanningunum hjá Havstovuni, sum vísa at toskurin á Føroya Banka er komin fyri seg aftur.
Tað skrivaði Dennis Holm á sínum facebook-vanga í gjár.