Deksbáturin Norðan afturkomin av útróðri
Fitt av fiski sæst í fiskakøssunum á dekkinum á deksbátinum Norðan, sum á myndini júst er afturkomin av útróðri. Líkt er til, at teir handa stamparnar í land, áðrenn teir fara at avreiða, tí Jóhan Dávid Norðoy høgrumegin í myndini sæst við einum stampi í hondunum. Hin maðurin á dekkinum er Sólbjørn Hansen, sum lænti mær myndina, sum helst er tikin seinast í 1960 unum.
Eg veit ikki, nær Jóhan Dávid og møguliga aðrir keyptu Norðan, men í 1945 hoyrdi hann til reiðaríið hjá Jóan Jakku á Viðareiði. Lias í Rættará í Havn bygdi bátin í 1919, sum var merktur 12 tons. Minnist meg rætt keypti Grímur Lassen bátin fyri nógvum árum síðan, og gjørdi stórar umvælingar, soleiðis at hann nú liggur sum eitt snotiligt far við brúgvarnar í Klaksvík.
Jóhan Dávid var pápi Amariel Norðoy listarmann, sum gjørdi Norðan “heimskendan” í Føroyum, tí onkursvegna hevði hann bátin við í fleiri av sínum málningum. Amariel og systkin hansara fingu bátin “inn við móðurmjólkini”, tí hann var grundarlagið undir teirra barnaheimi í uppvøkstrinum. Men eftir at pápi mín fór at rógva út við deksbátinum Nestanga í 1972, sum var ein eitt sindur minni bátur, var Norðan sjáldan í vinnu. Tá lá hann oftast bundin fyri endan á Jóan Jakkusa brúgv, sum ein partur av bygdarmyndini í Klaksvík.
Tað skrivaði Jákup Andreasen, fyrrv. stjóri á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna á facebook.