Cathrina – vandafull farmasigling á fjarskotnum leiðum

Skiparin á Cathrinu sigur frá nervapirrandi hendingum undir Pakistansiglingini

Greinin stóð í Dimmalætting 27. mai 1972 

Á myndini omanfyri er tað Cathrina úr Miðvági við kai á Langelinie í Keypmannahavn – myndina eigur: Jógvan Pauli Haraldsen

Miðvágsskipið Cathtrina kom til Føroya í vikuni, aftaná at hava verið leingi í uttanlandasigling, har ímillum eisini ta vandafullu ferðina til Pakistan, meðan bardagin millum vesturpakistansku stjórnahermenninar og eysturpakistansku uppreistrarmenninar hjálptir av India stóð uppá tað harðasta, og sum endaði við stovnsetanini av nýggja ríkinum Bangladesh

Dimmalætting var umborð á Cathrinu tá teir komu til Føroyar, sum enn ber navnið Gulf Princess, ið skipið fekk tá ið tað varð leigað til Pakistan-ferðina. Samrøða var gjørd við skiparan Herbjørn Gásdal úr Sørvági og greiddi hann soleiðis frá túrinum.

Leigaður at flyta matvørur

 

Gulf Princess úr Miðvági - mynd: Dimmalætting

Hendan ferðin hevur verið drúgv. Vit fóru úr Bilbao í Spania 14. september 1971. Ein mánað seinni, 13. Oktober 1971 komu vit til Capetown í Suðurafrika og tóku olju har. Her varð eisini navnið Gulf Princess málað á skipið. Síðani fóru vit inn í Mauritius, har vit lógu ein dag og umvældu eitt lítið maskinbrek. Leiðin gekk so til Chittagong í Eysturpakistan, og hagar komu vit 14. November 1971. Tað var Gulf Shipping, eitt pakistanskt felag í London, sum hevði leigað okkum og nøkur skip afturat at sigla við matvørum til tey ymsu plássini upp eftir Ganges-ánni, harímillum Dhaka og Barisal.

Vit fóru so undir at ferma rís, mjólkapulvur og aðrar matvørur frá teimum stóru skipunum, sum lógu í havnabýnum Chittagong. Manningin á hesum túrinum var blanda føroysk og sponsk, skipari Herbjørn Gásdal, stýrimaður Hans Mohr Hansen, maskinmeistari Henry Hansen, dekkararnir vórðu spaniólar.

Tað er heimasíðan vagaskip.fo sum hevur søguna frá Dimmaløtting 1972

LEA ALLA SØGUNA -SAMAN VIÐ NÓGVUM MYNDUM HER Cathrina í vandasigling | vagaskip.dk

Niðanfyri er mynd av skiparanum Herbjørn Gásdal úr Sørvági sum greiddi frá.