Byggja protein- og lýsiverksmiðju

Ein av fyritreytunum fyri víðarimenning – og fyri at verða kappingarførur – er ein protein- og lýsiverksmiðja.

Varðin Pelagic handað umsókn um byggiloyvi til protein- og lýsiverksmiðju.

Varðin Pelagic ynskir at viðkað um virksemið á Tvøroyri.

Varðin Pelagic byrjaði sítt virksemi á Tvøroyri á sumri í 2012. Endamál felagsins er at virðisøkja og víðarimenna pelagiskan fisk í Suðuroynni.

Ein av fyritreytunum fyri víðarimenning – og fyri at verða kappingarførur – er ein protein- og lýsiverksmiðja. Í framleiðsluni í dag fer ein partur til protein og lýsi. Í staðin fyri at flyta hendan part yvir Suðuroyarfjørð, hevur Varðin Pelagic í longri tíð arbeitt við einari verkætlan, har ætlanin er at framleiða restrávøruna á Tvøroyri. Hetta fer at skapa fleiri størv, støðugt arbeiði og eisini fer tað at hava við sær, at farmaflutningurin á Suðuroyðarleiðini minkar munandi. Endamálið er at kunna gagnnýta ta góðu restrávøruna frá høvuðsframleiðsluni, samstundis sum virkið ynskir at betur kunna gagnnýta svartkjaftin.