Børnini fáa partabrøv fyri 330 milliónir krónur í part
Eitt ættarliðsskifti fer í løtuni fram í risastóru fyritøkuni Framherja. Tey fýra børnini hjá reiðarahjúnunum fáa í fyrstu atløgu partabrøv fyri 330 milliónir krónur í part.
Fyri júst eini viku síðani varð partafelagið Framholding stovnað. Endamálið er - sambært viðtøkunum - at eiga partabrøv í øðrum feløgum. Í felagnum liggur helst størsta ættarliðsskifti í føroyskari vinnusøgu.
Tað skrivar Jón Brian Hvidtfeldt á kvf.fo
Framholding skal eiga tveir triðingar av reiðarínum Framherja. Ítøkiliga tey partabrøv, sum Elisabeth og Anfinn Olsen áttu privat í Framherja til fyri viku síðani. Nýggja holdingfelagið eiga tey fýra børnini hjá reiðarahjúnunum.
Tá partabrøv skulu skifta hendur á henda hátt, krevur vinnufelagslógini, at eitt ítøkiligt virðið verður sett á tey. Grannskoðarafyritøkan Januar metir dagsvirðið á tveimum triðingum av Framherja-samtakinum til eina milliard og 376 milliónir krónur. Tað merkir samstundis, at Framherji er vert meira enn tvær milliardir krónur ídag.
Metingina ger grannskoðarafyritøkan við at hyggja eftir virðunum á nettoognum felagsins ídag - umframt framtíðar inntøkumøguleikar. Framherji hevur eitt nú stór, 11 ára fiskirættindi til uppsjóvarfisk og rættindi til botnfisk í Barentshavinum. Eisini eigur felagið 30 prosent av uppsjóvarvirkinum Pelagos, fimm prosent av BankNordik, umframt onnur virði.
Tey fýra børnini hjá reiðarahjúnunum fáa partabrøv fyri 330 milliónir krónur - í part. Tey koma at eiga 24 prosent av tveimum triðingum av Framherja - tað vil siga 16 prosent í part av reiðarínum.
Kapitalvinningsskattalógini loyvir slíkum ættarliðsskifti at fara fram, skattafrítt. Tað vil siga, at hóast virði fyri meira enn 1,3 milliard krónur skifta hendur, so fellur einki í landskassan. Tað váttar Eyðfinnur Jacobsen, serfrøðingur í skattarætti. Hann vísir á, at tað er ikki fyrr enn børnini selja partabrøvini til onkran annan, at skattur skal rindast.
Anfinn Olsen, stjóri í Framherja, hevði ikki møguleika at viðmerkja ættarliðsskiftið ídag.
Í tíðindaskrivi í kvøld boðar Framherji frá, at felagið endar samstarvið við íslendska Samherja. Feløgini hava verið minnilutaeigarar hjá hvørjum øðrum, men hava nú býtt um hesi partabrøv, so tey ikki longur eiga í hjá hvørjum øðrum. Partabrævaumbýtið verður gjørt í samband við ættarliðsskifti í báðum feløgum, sigur Anfinn Olsen í tíðindaskrivinum.