Boðasteinur

Teir fiskaðu 248,5 tons av búrfiski í 4 dagar í 1998

Eitt sera vakurt skip, sum hevði Fuglafjørð sum heimstað frá 1994 til 2001, hugsi eg. Lastaði meira enn 500.000 pund.

Tað skrivar Kristian Martin Petersen, á facebook-vanganum FUGLAFJØRÐUR, sum eina viðmerking til myndina, sum er løgd út har.

Besti túrur var í 1998, tá teir fiskaðu 248,5 tons av búrfiski í 4 dagar, landaðu á Tvøroyri fyri góðar 3,5 mió. kr. Tað svarar til 14 kr/kg, sum var gott fyri so stóra nøgd. Og tað var besti ísfiskatúrur, sum nakað føroyskt skip hevði gjørt tá - og eg hugsi, at tað er rekordin enn, men kanska onkur veit betri. Í øllum førum er tað besti fiskiskapurin í 4 døgn, men tað var langt at sigla, ofta eini 1.000 fjórðingar hvønn vegin, so givið er, at hvør túrur var drúgvur, sama hvussu skjótt tað gekk at fiska.

Annars var vanligt, at skipið fekk 22-25 kr/kg - onkuntíð 28 kr/kg, tá vit seldu í Fraklandi, landaðu oftast í Milford Haven í Wales, og so bleiv veiðan koyrd við bili til Boulogne í Fraklandi. Aðrar ferðir bleiv landað í Vigo í Spania ella í Brest í Fraklandi.

Eg var ikki við skipinum, men var kontórmaður hjá Sigurði og seldi veiðuna. Sigurð var reiðari og ein av eigarunum. Tá skipið landaði í Wales vóru nøgdirnar alt frá 30 til 100 tons, men teir stóru túrarnar bleiv oftast landað á Tvøroyri, tí feskfiskamarknaðurin í Fraklandi bar ikki so stórar nøgdir. Á Tvøroyri frystu tey tað mesta og seldu smærri nøgdir hvørja ferð.

Tað skrivar Kristian Martin Petersen á Facebook- vanganum Fuglafjørður. 

Myndina eigur Hjaltur Poulsen.

Fleiri blaðgreinar eru niðanfyri, um Boðastein