Boð eftir Rescue LÍV
Týsmorgunin klokkan 10:00 vóru boð eftir Rescue LÍV, at fara til bát sum hevði tørv á hjálp. Báturin var staddur í Skopunarfirði,
Báturin hevði maskinbrek og fekk tí ikki siglt.
Rescue LÍV sleipaði bátin til Havnar.
Veðrið var av tí besta, og sleipið gekk sera væl.
Tað skrivar facbook-vangin hjá Rescue LÍV