Bjarki Gunnarsson í Vestmanna var ein av 12 føroyingum við íslendska trolaranum “Austfirðingi”
Bjarki Gunnarsson í Vestmanna var ein av 12 føroyingum við íslendska trolaranum “Austfirðingi” í Ný Funnlandi, tá eitt herviligt ódnarveður herjaði við stormi og kavaroki, so manningarnar á 10 skipum máttu banka ís í fleiri samdøgur.
Allir trolararnir vóru farnir at fiska kongafisk á Ritubankanum úti fyri St. Johns. Veiðan hevði verið góð og túrarnir vóru stuttir. Men nú noyddust teir at bróta túrin av og royna at sleppa sær burtur úr ódnini. Tað var lættari sagt enn gjørt.
Bjarki greiðir í “Tey fóru til Íslands” frá hesum ringu døgum. Teir komu heilir aftur eins og átta aðrir trolarar, men tann 10. Trolarin, sum æt “Juli”, spurdist ikki aftur. 30 mans í góðum árum gingu burtur.
Hetta og annað skrivar Jógvan Arge um í bókini “Tey fóru til Íslands”, ið fæst til keyps kring landið.
Mynd: Bjarki Gunnarsson í Vestmanna var í 1959 við íslendskum trolara í ringum ódnarveðrií Ný Funnlandi.